Glantrileikurin í NLH
- Systrar
- Apr 8
- 5 min read

1. apríl 2025 góvust Systrar við virkseminum í Norðurlandahúsinum. Tá var greitt at samráðingarnar um ein virðiligan sáttmála við leiðsluna í Norðurlandahúsinum høvdu verið lítið meirra enn ein glantrileikur.
Systrar hava í nærum tvey ár verið í samráðingum við stjóra og fíggjarleiðara í Norðurlandahúsinum um ein nýggjan sáttmála um matstovu og vistveitingarvirksemið í NLH. Hendan tilgongdin hevur verið ógreið og merkt av, at leiðslan í NLH støðugt hevur funnið nýggjar orsøkir fyri ikki at gera nýggjan sáttmála.
Seinasta tíðarskeiðið hava Systrar kýtt seg fyri at ganga ymsu krøvunum á møti og í februar var avtalað, at partarnir fóru at gera ein 3 - mánaðar royndarsáttmála við greiðum varðum, sum skuldu røkkast, áðrenn nýggjur 3 - ára sáttmáli varð undirskrivaður.
Sum fyrireiking til henda royndarsáttmála legði Systrar fram tøl, sum greitt vístu, at krøvini frá leiðsluni í NLH gjørdu lønandi virksemi ógjørligt. Ítøkilig uppskot um broytingar fylgdu við tølunum.
Men á fundi á stjóraskrivstovuni í NLH 24. mars boðaðu Gunn Hernes og Trond-Martin Weihe-Forsmo frá, at sáttmálin fór at verða lýstur alment leysur 1. apríl.
Hóast, at leiðslan í NLH enn einaferð hevði broytt hugsan og í veruleikanum segði felagið upp við freist uppá eina viku, so var roynt at finna eina loysn, sum ikki gekk ov hart út yvir starvsfólk, kundar, veitarar og inngingnar avtalur. Men tað var tíverri greitt, at frægasta loysnin var at enda samstarvið alt fyri eitt.
Sáttmálin kravdi, at fleiri fólk arbeiddu ókeypis
Endamálið hjá Systrum hevur frá byrjan verið at gera dygdargóðan og vælsmakkandi mat til viðskiftafólk síni. Sáttmálin við Norðurlandahúsið hevur altíð verið krevjandi, men eldhugurin fyri matgerðini og góða móttøkan frá viðskiftafólkinum bar felagið fyrstu árini. Systrar hava lagt ómetaliga nógvar óløntar tímar í Norðurlandahúsinum, fyri at fáa tingini at hanga saman.
Seinasta árið hevur felagið lagt seg eftir at fáa tøl til vega uppá virksemið - ein umsitingarlig uppgáva, sum av góðum grundum hevur hevur verið forsømd. Hesi tøl vóru, sum nevnt, latin Norðurlandahúsinum á fundi í vetur. Úrslitini av tølunum vóru púra greið:
• Krøvini um upplatingartíðir fóru avstað við helvtini av starvsfólkatímunum, sum umsetningurin bar. 52 tímar um vikuna + krav um at halda opið, tá tiltøk eru í húsinum.
• Krøv um vistfrøðiligar og stuttfluttar vørur, økologiskar sertifiseringar og onnur virðiskrøv høvdu við sær ein alt ov høgan rakstrarkostnað.
• Krøvini um lágar kappingarførar prísir sammet við marknaðin, sum er domineraður av stórum fyritøkum gjørdu uppgávuna ómøguliga.
Niðurstøðan var, at einasta orsøkin til, at felagið hevði verið til so leingi, er at arbeiðsorkan hjá tveimum til fýra fólkum hevur verið ólønt. Hetta ber sjálvsagt ikki til og tað var eisini boðskapurin til Norðurlandahúsið, har lagt var upp til broytingar, har møguleikarnir vóru hesir:
• at skerja upplatingartíðirnar í matstovuni
• at skifta til eitt bíligari konsept - pylsuvogn ella dygdarmat
• at hækka prísirnar samsvarandi
Uppskotið frá Systrum vildi verið at skorið upplatingartíðirnar við einum 30% og latið Systrar um prísingina. Men heldur enn at fara inn í trupulleikan, so valdi stjórin í Norðurlandahúsinum at venda Systrum bakið.
Royn og far oman í Listasavnið
Systrar hava virkað í Norðurlandahúsinum í 6 ár og tað er ikki ov nógv sagt, at starvsfólk og ábyrgdarfólk hjá Systrum hava verið fleiri tímar í Norðurlandahúsinum enn nakar annar hetta tíðarskeiðið. Matstovan hevur verið stak væl vitjað frá byrjan og samanumtikið hava viðskiftafólkini verið stak væl nøgd.
Men hesi seinastu 6 árini hava Systrar verið vitni til, hvussu undirtøkan fyri Norðurlandahúsinum og teimum tiltøkum, sum húsið stendur fyri, støðugt er minkað. Tað er serliga vorðið eyðsýnt nú Norðurlandahúsið hevur fingið sterkar kappingarneytar í Runavík, Klaksvík og seinast í Hoyvíkshaganum.
Norðurlandahúsið hevur staðið alt meiri tómt, meðan kappingarneytarnir hava sett dagsskránna. Seinnu árini eru bæði Ítróttarfagnaðurin og FMA farin úr húsinum og tað liggur á ljóði, at onnur samstarv eisini ridla.
Systrar hava hesi árini í stóran mun megnað at drigið viðskiftafólk til morgunmat og miðmálan gerandisdagar og eisini leygardagsbrunsj. Krøvini um longu upplatingartíðirnar høvdu givið meining, um NLH megnaði at standa seg í kappingini við onnur mentanar- og undirhaldshús. Tí so vóru vitjandi við diskin uttanfyri morgun- og miðmálatíðirnar. Men kalendarin í NLH tømist bara alt meira.
Hetta merkist serliga væl um summarið. Meðan starvsfólkini í Norðurlandahúsinum hava verið í summarfrí, hava starvsfólkini í Systrar verið noydd at greiða undrandi ferðafólki frá, at her er einki at síggja í Norðurlandahúsinum. "Royn og far oman í Listasavnið....", er einasta svarið at geva.
Sorgarleikurin um køkin
Norðurlandahúsið var upprunaliga bygt uttan køksfacilitetir og tann støðan er tíverri enn galdandi. Lítli fýrkanturin á gólvinum var í oktobur 2021 kolldømdur av matvørumyndugleikunum, tí skeivt tilfar varð brúkt, sum bólgnaði upp av vatni og reingerð.
Hetta varð eitt gylt høvi at gera eina nútíðarhóskandi køksloysn í Norðurlandahúsinum, men leiðslan í NLH valdi SNA til høvuðsarbeiðstakara, ið komu sera illa frá uppgávuni. Fyrsta útmeldingin var, at køkurin skuldi standa liðugur í januar 2022, men meira enn eitt ár skuldi ganga, áðrenn køkurin var tøkur aftur. Tá avtornaði hevði NLH brúkt meira enn 1,5 mió krónur til ein køk á 15 m2, sum í flestu førum ikki var frægari enn tann gamli.
Køkurin hevur framvegis stórar manglar og at onki var gjørt við grundleggjandi fortreytirnar fyri at reka eina matstovu í bygninginum.
Sorgarleikurin við umvælingini av køkinum rakti Systrar sera meint. Norðurlandahúsið boðari frá, at køkurin skuldi verða tøkur í januar 2022, so apríl, so juni, so juli, so september og at enda noyddust Systrar sjálvi at flyta inn í hálvlidna køkin í november 2022. Køkurin er enn ikki liðugur.
Systrar høvdu eitt milliónatap uppá seinkingarnar og ólidna køkin í 2022 og í 2023. Hóast at manglarnir framvegis eru eyðsýndir, so hevur Norðurlandahúsið mist áhugan fyri køkinum og hava seinasta árið brúkt orkuna uppá, at spinna eina positiva søgu um íløguna í køkin.
Hóast hesi torføru ár, so megnaðu Systrar nøkulunda at fóta sær í 2024, tá ið roknskapurin nærkast einum lítlum avlopi.
Tað er á hesi bakgrund at felagið roynir at finna fram til ein sáttmála, sum er meiri í javnvág og kann skapa gróðarlíkindi fyri einum sunnum rakstri.
Hava Systrar so onga ábyrgd?
Kirkjugarðurin fyri matstovur er fullur við góðum ætlanum, góðum mati og lítið av veruleikasansi. Tað er lætt at gera góðan mat, men torført at gera góðan mat OG forvinna pengar, verður sagt.
Jú, sjálvandi hava Systrar ábyrgd av støðuni. Felagið hevur einvíst lagt dent á dygd - dygd í matvørum, dygd í matgerð og ikki minst á virðiligan atburð viðvíkjandi vistfrøði, burðardygd og umhvørvi. Alt gott um tað.
Men felagið hevur ikki dugað nóg væl at sett síni mørk. Felagið hevur verið ov naivt og hildið at tað fór nokk at ganga. Felagið hevur alt ov leingi virkað í einum sáttmála, sum hevur kravt at øll orka fór til bara at halda opið, soleiðis at øll umsiting, marknaðarføring og ráðlegging hevur ligið uttanfyri - ólønt.
Felagið hevur eisini í ein vaksandi mun tikið á seg at marknaðarføra Norðurlandahúsið, so viðskiftafólk høvdu eina orsøk at koma í Norðurlandahúsið. Felagið hevur í alt ov langa tíð góðtikið at tilboðini frá Norðurlandahúsinum draga færri og færri vitjandi til sín.
Felagið hevur góðtikið, at Norðurlandahúsið hevur skorið munandi í egnum keypi frá Systrum.
Felagið hevur góðtikið opinlýst órímiligu krøvini um, at halda borð og stólar í meira enn 1000m2 við einum køki uppá 15m2 við lítlari ávirkan á upplatingartíðir.
Felagið hevur í ov stóran mun funnið seg í støðugari uppíblanding og tarnan av virkseminum av leiðsluni í NLH.
Felagið hevur alt ov leingi góðtikið, at arbeiðsumstøðurnar í Norðurlandahúsinum eru út av lagi vánaligar:
• Køkur á 15 m2, sum hevur stórar manglar
• 3 ymiskar lítlar goymslur áleið 100 metrar frá matstovuni
• 6 fermetrar starvsfólkarúm
• Sera truplar flutningsleiðir inn til goymslu og frá goymslu til matstovu
• Flutningsleiðir sum javnan verða blokeraðar, so ongin samband er millum matstovu og goymslu ella starvsfólkavesi.
Jú, samanumtikið hava Systrar sín part av ábyrgdini av, at støðan er sum hon er. Tá avleiðingin ikki var tikin fyrr, so var tað tvingandi neyðugt at taka avleiðingina 30. mars um kvøldið.
Hvat nú?
Havandi omanfyristandandi í huga, so kann tað tykjast veruleikafjart at íkomna støðan kemur dátt við, men so er. Systrar fara næstu tíðina at endurhugsa tilveruna hjá felagnum og vónandi finst ein loysn á støðuni felagið er komið í.
Tað verður kunnað nærri um hetta seinni.
Comments